10 prosent framgongd í bilasøluni

Fyrstu átta mánaðirnar í ár vórðu skrásett tilsamans 1245 nýggj akfør í Føroyum. Tað er ein framgongd upp á 115 akfør í mun til sama tíðarskeið í fjør, ella ein framgongd upp á 10,2 prosent.

Men taka vit bara søluna av bilum í augustmánaði, so er munurin ikki so stórur. Tí í august í ár vórðu skrásett 90 nýggj akfør í mun til 88 í august í fjør. Ein framgongd upp á tveir bilar ella góð 2 prosent.

Sum altíð eru tað persónbilarnir, sum fylla mest í hagtølunum. Fyrstu átta mánaðirnar í ár eru skrásetti 898 persónbilar í mun til 825 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 73 akfør, sum svarar til eina framgongd upp á sløk 9 prosent.

Taka vit so aftur her bara augustmánað, so vórðu skrásettir 56 nýggir persónbilar í mun til 49 í august mánaði í fjør. Tað er ein munur upp á 6 bilar ella ein framgongd upp á 14 prosent.

##med2##