Tá seinasta sesong av TV 2 sendingini "Vild med dans" verður skotin í gongd, verða luttakarar sum millum annað Melodi Grand Prix vinnarin Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og Gustav Salinas, sum er kendur úr fleiri donskum realitysendingum
Hessum boðar TV 2 frá.
Tilsamans fara tíggju kend fólk at dansa við professionellum dansarum í sjónvarpssendingini.
22. sesongom av "Vild med dans" verður frumsýnd 26. september.
30 ára gamla Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vann ársins Dansk Melodi Grand Prix við sanginum "Hallucination".
Hon gjørdist síðani fyrsti danski finalisturin á Eurovision síðani 2019.
Gustav Salinas gjørdist kendur, tá hann sum 18 ára gamal luttók í sjónvarpssendingini "Dagens mand" Hann hevur síðani luttikið í fleiri realitysendingum og stovnað hópin av fyritøkum innan fitness og heilsu, m.a.
Yngsti sonurin hjá Mikkel Beha Erichsen, Alfred Midé Erichsen, sum er kendur frá ferðasendingini "Kurs mod førre kyster", verður eisini at finna á dansigólvinum í ár.
Yngsti luttakari í ár verður 25 ára gamla YouTuberin Jasmin Lind.
Saman við manninum, Mika, rekur hon YouTube-rásina "Jas & Mika", sum næstan 300.000 fólk fylgja og er sett saman av innihaldi fyrst og fremst til børn.
Harumframt luttaka teir tríggir leikararnir Jesper Asholt, Pusle Helmuth og Julie Rudbæk.
Úr ítróttarheiminum hevur TV 2 fyrrverandi yrkisfótbóltsleikaran Peter Løvenkrands á luttakaralistanum.
Tveir teir seinastu luttakararnir eru sjónvarpsverturin Camilla Ottesen og sangarin Mohamed Ahmed, sum nógv helst kenna betur undir pallnavninum Skinz.
Mohamed Ahmed hevur nýliga luttikið í aðrari TV 2 sending - nevniliga "Spillet", sum hann vann.
Hann hevði sítt gjøgnumbrot í 2017 við sanginum "Jeg har en pige".
##med2##
Spyrt tú Danske Spil, so hevur Gustav Salinas bestu møguleikarnar at vinna komandi kappingina.
Oddsetterar hjá Danske Spil og Oddset Mathias Reimer Larsen geva Salinas 31 prosent sannlíkindi fyri at vinna. Tað skrivar Danske Spil í tíðindaskrivi.
Nakað aftanfyri Gustav Salinas eru Jasmin Lind, Julie Rudbæk og Camilla Ottesen, sum allar hava umleið 16 prosent sannlíkindi fyri at vinna.
"Vild med dans" varð send fyrstu ferð í 2005. Sjónleikarinnan Mia Lyhne og dansarin Thomas Evers Poulsen vunnu.
Í heyst verður sendingin send fyri seinastu ferð. Sambært TV 2 er broytingin gjørd fyri at geva pláss fyri nýggjum undirhaldi.
Seinasta kappingarárið verða Martin Johannes Larsen og Cilia Trappaud vertir.
Í dómarabólkinum verða Marianne Eihilt, Sonny Fredie Pedersen og Lene James Mikkelsen.
/Ritzau/