Tríggjar umsóknir sum sóknarprestur í Norðstreymoy

Tríggjar umsóknir eru til embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi

Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi var úti á middegi í dag.

 

Tríggir umsøkjarar vóru til embætið, ið ætlandi verður sett 1. august.

 

Kirkjuráðini, ið umvegis biskupin innstilla, fara at taka støðu til umsóknirnar í mai.

 

Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið, skrivar folkakirkjan.fo.