- Stólur og trygdarbelti bjargaði okkum undan vanlukkuni

- Tað var ein øgiligur brestur, tá ið bilurin rendi í tunnilsveggin. Níggju mánaðar gamli sonurin brast í grát og var púrasta sjokkeraður. Hetta segði mær, at hann í minsta lagi var á lívi, men eg visti ikki, hvussu vorðið var. Sjálvur sat eg fastur og noyddist at skræða meg leysan. Ein maður kom rennandi og tók í hurðina hjá mær, men eg bað hann taka sær av teimum, sum vóru aftanfyri í bilinum, sigur Hendrik Egholm, sum var førari á bilinum í Signabøartunlinum seinasta sunnudag

Ferðsla

Um verri vildi til, kundi seinasti sunnudagur verið ein lagnudagur hjá familjuni, Hendriki Egholm, Hjørdis H. Jensen og níggju mánaðar gamla soni teirra, Haraldi.
Hendrik og Hjørdis búgva á Sandi, haðani Hjørdis er ættað. Hendrik er ættaður úr Streymnesi, og sunnudagin vóru tey trý í bili á veg norður til Streymnesar at vitja.
Men so langt náddu tey ikki.
Í staðin gjørdust tey trý ein partur av útvarpstíðindunum og tíðindunum á ymisku heimasíðunum hendan seinnapart.
Á portalinum hjá Føroya Tele bórust hesi tíðindini  bert hálvan tíma eftir tilburðin:
"Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi klokkan 15 í Kollafjarðartunlinum. Ein bilur koyrdi inn í tunnilsveggin - við trimum fólkum í. Bilurin fekk sera stóran skaða, og fólkini eru flutt á sjúkrahúsið til nærri kanningar, siga tey á Politistøðini í Havn".
Í tíðindunum á portalinum varð lagt aftrat:
"Í bilinum var ein kvinna, ein maður og eitt barn. Tunnilin er stongdur í løtuni, men sløkkiliðið er á veg eftir bilinum, sum stendur mitt á vegbreytini".

Onkur eigur tey
Tú hoyrir ella lesur tíðindini, og hóast tú ikki veitst, hvørji fólkini eru, nema slíkar hendingar hjartarøturnar og ávirka sinnið.
Og soleiðis var eisini hesaferð.
Tey gomlu plagdu at siga, tá ið ófrættatíðindi bórust, at "onkur eigur tey  ella, at onkur grætur um tey".
Men hvørji vóru so fólkini, sum seinnapartin sunnudagin fyltu tankarnar hjá teimum mongu, ið frættu um tilburðin í tíðindunum?
Nú dagurin nærkast, tá ið blómur verða lagdar kring um á vegunum, har fólk eru deyð í ferðsluni, hava vit skift orð við Hendrik Egholm, ið var maðurin, sum sat aftanfyri róðrið í Signabøartunlinum hendan dagin.
Hann er sannførdur um, at sótu tey trý ikki í trygdarseðlum, tá ið hann fór skeivur á breytini og endaði í tunnilsvegginum øvutu megin, hevði ikki verið væl vorðið hjá ungu familjuni.

Øgiligur brestur
- Eg koyrdi, meðan Hjørdis og níggju mánaðar gamli sonur okkara sótu aftanfyri í bilinum. Vit sótu øll íbundin; Hjørdis sat vinstrumegin á baksetrinum, og sonurin í trygdarstóli høgrumegin við bakinum frameftir.
Hendrik sigur, at tað var fitt av ferðslu hendan sunnudag seinnapart.
- Eg fylgdi ferðsluni norðureftir, og ferðin lá um 80 km/t. Tá ið vit vóru komin umleið ein triðing inn í tunnilin, fór eg skeivur á breytini, og vit endaðu inni í tunnilsvegginum vinstrumegin.
Hendrik dugir ikki rættiliga at siga, hví tað gekst sær so illa í hond hendan dagin.
- Tað var ein øgiligur brestur, tá ið bilurin fyrst tók í eitt skelti beint við fyrsta møtiplássið í tunlinum og síðan stoytti skrátt í veggin, áðrenn hann fór frameftir tunnilsvegginum. Bilurin fórst illa, serliga vinstrumegin framman, og forrúturin brotnaði.
Hann heldur, at tað kortini tók nakað av stoytinum, at hann traðkaði á bremsurnar.

Tankarnir fuku...
- Tað fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið á mær, til bilurin steðgaði aftur á breytini. Sekundini kendust long  og eg hugsaði í fyrsta lagi um tey bæði, sum aftanfyri vóru. Tað "melur" skjótt - og nógv - undir slíkum umstøðum, ásannar Hendrik.
Hvussu var so støðan hjá teimum trimum, tá ið bilurin steðgaði aftur?
- Níggju mánaðar gamli sonurin brast í grát og var púrasta sjokkeraður. Tað segði mær, at hann í minsta lagi var á lívi. Men eg visti ikki, hvussu vorðið var.
Hann hoyrdi eisini Hjørdis vena seg á baksetrinum.
- Sjálvur sat eg fastur og noyddist at skræða meg leysan. Í fyrstani føldi eg onga pínu. Ein maður kom rennandi og tók í hurðina hjá mær, men eg bað hann taka sær av teimum, sum vóru aftanfyri. Hurðin hjá mær fekst ikki upp, og eg fór tískil aftur ímillum setrini, áðrenn eg rættiliga visti, hvussu vorðið var.
Hendrik sigur, at meðan sonurin var ótroystiligur í sínum gráti eftir tilburðin, hevði Hjørdist mist luftina av trygdarbeltinum, sum lá um búkin og kroppin.

Í sama sjúkrabil
- Tey, sum komu okkum til hjálpar beint eftir hendingina, dugdu ógvuliga væl at taka sær av okkum. Eg haldi, at tey virkaðu rættiliga professionell, hóast hetta bert vóru vanlig ferðandi á vegnum um somu tíð sum vit.
Hann sigur, at Harald bleiv við at gráta, og tí vistu tey ikki, um hann mundi hava fingið nakað mein. Sjónligt mein hevði hann tó ikki uttan eitt lítið reytt merki á øðrum vanganum, sum helst hevði ligið niður á trygdarstólin.
- Tá ið sjúkrabilurin kom á staðið, og tey uggaðu okkum við, at drongurin ikki hevði grátið so hart, um hann var komin álvarsliga til skaða, lætnaði hjá okkum.
Hendrik, Hjørdis og sonurin fóru øll í sama sjúkrabil og vórðu innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar til dagin eftir.
Tíbetur vísti tað seg, at eingin hevði fingið varandi likamligt mein av tilburðinum.

Pínan kom seinni
- Hjørdis hevði  og hevur enn - blá merkir á kroppinum av seðlunum, og eg havi havt ilt í beinum, knøum og ørmum.
Hendrik heldur, at airbaggið í róðrinum gjørdi, at hann ikki fekk nøkur serlig merkir av seðlunum, men í staðin boygdi airbaggið brillurnar, eins tað trýsti armarnar til síðis.
- Eg bløddi eitt sindur í øðrum arminum, helst av brotna rútinum, men tað hevði ikki nógv upp á seg. Sum seinnaparturin leið, hevði eg ilt ymsastaðni í kroppinum, og eg hevði eisini ógvuliga ilt í knøunum.
Hann sigur, at Hjørdis ber framvegis merkir av trygdarseðlunum, og sjálvur hevur hann ilt ymsastaðni i kroppinum enn.
- Lítli sonur okkara hevur onkur smávegis blá merki, har seðlin hevur ligið um.

Langur grátur
Hendrik sigur, at tey bæði tóku so hjartaliga synd í dreinginum, sum græt illa eftir tilburðin. Tá ið kanningarnar vóru lidnar, blíðkaðist hann og kundi aftur smílast, eisini til starvsfólkið á sjúkrahúsinum.
- Vit vóru hjá honum alla tíðina, eisini meðan vit vóru til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Drongurin vildi bara vera hjá okkum. Tá ið pápi mín kom, smítist lítli Harald til hansara, men hann vildi beinanvegin aftur til okkum.
Hann vísir á, at eitt var ógvusliga hendingin í bilinum  og annað var, at drongurin undir hesum umstøðum varð tikin út úr bilinum av manni, hann ikki kendi. Haraftrat vóru nógv fremmand fólk á Landssjúkrahúsinum, sum kannaðu dreingin.
- Øll vóru blíð og fyrikomandi, og soleiðis mátti tað bara vera.
Hendrik heldur tó, at drongurin hevur tað hampiliga gott nú nakrar dagar eftir hendingina.

Altíð í seðlum
- Eg trúgvi, at tað hevði verið rættiliga illa vorðið hjá okkum trimum í tunlinum hendan dagin, um vit ikki øll sótu væl íbundin. Ilt er at siga, hvussu eg sjálvur hevði komið burtur úr hesum. Í besta føri hevði eg brotið meg sundur, og óhugsandi er ikki, at Hjørdis hevði verið slongd fram ígjøgnum rútin. Hvat hevði hent soninum, um hann ikki sat í stóli og væl íbundin, tori eg slett ikki at gera mær nakrar tankar um.
Hendrik leggur dent á, at tey altíð sita í trygdarbelti, tá ið tey eru í bili, og hendingin sunnudagin ger, at tey ongantíð fara at ivast í, at hetta er besta trygdin, um illa vil til.
Men hvussu hava tey so havt tað sálarliga síðan tilburðin sunnudagin?
- Vit hava tosað nokso nógv um tað, sum hendi, og eg vil siga, at tað nú gongur hampiligt. Lagið hevur tó verið eitt sindur upp og niður.

Sálarhjálp
Hendrik viðgongur, at hann hevur verið ein túr hjá sálarfrøðingi, har tosað hevur verið um hendingina, og hann heldur, at hetta hevur verið gevandi.
- Tá ið vit dagin eftir fóru suður aftur til Sands, vildi eg sjálvur sleppa at koyra, og eg havi eisini verið onkran túr aftur, síðan vit komu suður aftur. Eg haldi, at tað gongur hampiligt, hóast skelkurin enn situr í, sigur Hendrik Egholm at enda.