Súsanna Bertholdsen leggur frá sær sum landsstýrisfólk. Tað hevur hon longu boðað frá í tíðinaskrivi. Og nýggjur landsstýrismaður í hennara stað er Djóni Nolsøe Joensen, sum nú aftur – eftir ein dag sum løgtingsmðaur – aftur er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Og tann broytingin broytir so aftur javnvágna í Løgtinginum, tá tað snýr seg um málið um fría fosturtøku. Tí Súsanna Bertholdsen fer at atkvøða fyri málinum, og so er allur ivi um, hvørt tað skuldi verið atkvøðan hjá Djóna Nolsøe Joensen, sum var avgerandi, burtur.
Lesið eisini: Úr landsstýrinum og aftur í Løgtingið
Um vit telja saman, so gita vit, at atkvøðugreiðslan um málið um fría fosturtøku, sum kemur fyri í Løgtinginum seinnapartin, endar soleiðis:
##med2##
Og harvið verður málið samtykt við 2. viðgerð og fer tí víðari til 3. viðgerð, sum kann verða hósdagin, tá tingfundur er aftur.











