Liðið hjá landsliðsliðskiparanum vann 1. hálvfinaluna

Storhamar vann ein greiðan sigur

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar komu væl frá landi í hálvfinaluuppgerðunum móti Larvik í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavøllinum OBOS Arena í Hamar vann Storhamar í 1. hálvfinaluni stórsigur 32-22 á Larvik. Í steðginum var Storhamar á odda 19-13.

 

Pernille skoraði eitt mál, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast. 

 

Fríggjakvøld klokkan 19.15 leika liðini 2. hálvfinaluna í Larvik.