Henda peran hevur lýst í meira enn 100 ár

Eigarin, 72 ára gamli, Frode Haga Olsen, sigur, at meira enn hundrað ára gamla peran er ein partur av hansara sál

 

Tað eru søgur um nakrar perur, sum hava lýst í meira enn hundrað ár. Heimsins elsta pera, sum nakar veit um, hongur og lýsir framvegis á einari brandstøð í Kalifornia. Henda peran, sum vit áður hava skrivað um, hevur lýst síðan 1901, og hon lýsir framvegis.

 

Men, norðmaðurin, 72 ára gamli, Frode Haga Olsen, eigur eisini eina gamla peru, sum hevur lýst fyri fleiri ættarliðum. Hon hevur lýst, síðan norski høvuðsstaðurin kallaðist Kristiania, og síðan Charlie Chaplin var í hæddini fyri hundrað árum síðan.

 

Peran hjá Frode varð fyrstu ferð tendrað í 1921, og hon lýsir framvegis. Hann minnist, at lampan í sínari tíð stóð og lýsti hjá ommuni, og hon stóð við síðuna av radio'num inni í stovuni. Nú er lampan í triðja ættarliði.

 

Upprunaliga var ljósperan ein jólagáva, sum omma hansara fekk, og øll árini síðan hevur hon verið í familjuni. Hon er bara tvær ferðir sløkt, tá familjan hevur flutt bústað, og so tær fáu ferðirnar, tá streymurin er farin.

 

Annars hevur hon lýst bæði nátt og dag síðan 1921. Eigarin, Frode Haga Olsen, hevur ongantíð skrúvað peruna úr, og hann hevur ongantíð tikið leidningin úr kontaktini, tí sum hann sjálvur sigur: Peran er ein partur av hansara sál.

 

##med2##

 

- Eg var jú spentur, um lampan fór at gerast hundrað ár, og tað gekk fínt. Eg fái ein niðurtúr, um peran slóknar ein dag. Næstan hvønn morgun hyggi eg, um hon lýsir, sigur hin 72 ára gamli.

 

Hann heldur, at peran skínur sum ein lítil sól. Hon gevur ikki nógv ljós frá sær, og tískil er lampan eisini meira til pynt, sigur Frode Haga Olsen við norska kringvarpið - NRK - sum eisini eigur viðheftu mynd omanfyri.

 

Meira um hetta kann lesast á hesi leinkju - https://www.nrk.no/sorlandet/lyst-siden-1921_-frodes-lyspaere-nekter-a-gi-opp-1.17665627

 

 

 

 

 

Elsta lýsandi pera, sum nakar veit um, hongur á einari brandstøð í Kalifornia og hevur lýst síðan 1901