Tíðindaskriv 10. juni 2026:
Føroya Symfoniorkestur spælir lættar summarkonsertir í Fuglafirði og í Havn.
Ætlanin er, at hesar konsertin eru óformellari enn hinar konsertirnar, eitt slag av kafékonsert.
Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 27. juni og í Hátúni sunnudagin 28. juni, og 25 strúkarar spæla við í symfoniorkestrinum til hesa verkætlan.
Løtt, men krevjandi skrá við føroyskum solisti
Á skránni er millum annað tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.
”Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta konsert við góðum, styttri og krevjandi, verkum”, sigur nýggi dirigenturin Catherine Larsen-Maguire.
Í avbera vakra verkinum Andante cantabile for cello and strings eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva Kristinu á Váli sum solist.
Konsertferð í 2028
Menningin av Føroya Symfoniorkestri gongur við rúkandi ferð. Í 2024 spældi orkestrið fyri fullsettari høll í konserthúsinum hjá Danmarks Radio. Nú fyrireikar orkestrið stóra konsertferð í 2028, har ætlanin er at spæla í Týsklandi og Danmark.
Málið við slíkari konsertferð er at framføra føroyskan tónleik og at geva tónleikarunum møguleikan at spæla í bestu konserthallum í heiminum.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Kristina á Váli
Longd: 60 min.
Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast her: www.atgongumerki.fo
##med2##











