- Stóran týdning fyri ferðavinnuna

Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, heldur, at tað hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna í Sands bygd og í Sandoynni, at kongaliga familjan leggur leiðina framvið, nú vitjað verður í Føroyum.

Páll á Reynatúgvu segði, tá ið kongaliga fylgið var farið av oynni aftur, at tað eisini er umráðandi hjá sandingum at fáa høvi at vísa sín blíðskap fyri teimum kongaligu. At ein slík vitjan eisini hevur stóran týdning fyri bygdina og oynna, dylur borgarstjórin ikki fyri.

Leggja størri dent á ferðavinnuna nú
- Tað er umráðandi, at vit nýta eitt slíkt høvi, har ein rúgva av bæði føroyskum og útlendskum fjølmiðlafólkum vitja, til at vísa Sands bygd og oynna fram. Vit eru farin at leggja størri dent á ferðavinnuna í seinastuni, og hetta er ein gyltur møguleiki at bjóða okkum fram, segði Páll á Reynatúgvu. Kunningarstova er á Sandi, og nýggi kunningarleiðarin, Katrin Petersen, royndi eisini at bjóða fremmandu fjølmiðlafólkunum ymiskt tilfar um oynna.
Spurdur, hvussu tað gongur á Sandi nú, sigur Páll á Reynatúgvu: - Tað er góður trivnaður á Sandi. Fyri fáum árum síðani høvdu vit 30 børn í dagrøktarskipanini, og nú eru tey 60 í tali, og tað skuldi bent á, at ungar familjur trívast her í bygdini, segði borgarstjórin.