Við skrivligu áheitanini til Mentamálaráðið frá løgtingsmanninum Jákupi Mikkelsen tykist politiskur vilji vera fyri samanlegging av størstu fjølmiðlastovnunum, hóast tað ikki er greitt, hvørja undirtøku hetta fær, og um hetta yvirhøvur gerst til ítøkiligt uppskot, sum skal í tingið.
Kappingin er mennandi
Meðan Jákup Mikkelsen vísir á bæði fíggjarligar og kvalitativar fyrimunir við eini samanlegging, sigur sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal hinvegin, at júst sundurskiljingin av SVF og ÚF er mennandi.
- Við tað at vit hvønn dag eru í kapping, setir tað hægri krøv til báðar stovnar, og tískil kann tað skaða støðið á tíðindaflutninginum, um talan gerst um ein stóran og einsamallan loftmiðil, sigur Mikkjal Helmsdal.
Stjórin í SVF leggur dent á, at fíggjarliga motivið at leggja stovnarnar saman ikki er nóg mikið.
- Við tað at umsitingin er so lítil bæði í ÚF og SVF, fáast fíggjarligar rationaliseringar ikki við eini samanlegging. Einasta rationella grundgevingin fyri eini samanlegging má tískil vera at vilja skapa ein so góðan miðil sum gjørligt, vísir Mikkjal Helmsdal á, sum tó ikki metir góðskuna hækka við eini samanlegging.
Persónliga ímóti
Mikkjal Helmsdal vísir á henda hátt á, at sparingar ikki er nóg góð orsøk at fremja hesa stóru broyting, og sjónvarpsstjórin dylur heldur ikki fyri, hvør persónliga áskoðan hansara er.
- Eg eri ikki kategoriskt ímóti eini samanlegging, men sum heild meti eg, at vinningurin við eini samanlegging er ov lítil samanborið við, hvat vit missa, og tískil eri eg ikki fyri eini samanlegging í løtuni, sigur ovasti myndugleikin í SVF.
Mikkjal Helmsdal heldur sostatt, at rationaliseringsvinningarnir við samanlegging ikki viga upp ímóti kvalitativa tapinum av føroyskum tíðindaflutningi.
DR skilir sundur
Við áskoðan Jákup Mikkelsens kundi ein sæð fyri sær eitt líknandi Danmarks Radio, sum umsitur bæði sjónvarp og útvarp, men Mikkjal Helmsdal vísir júst á mótsætta rákið.
- Danmarks Radio hevur fyri stuttum skilt sundur redaktiónirnar í útvarpi og sjónvarpi, tí størri vinningur fekst við hesum, og kunnu vit tí ikki nýta Danmarks Radio sum fyridømi fyri samanlegging, sigur sjónvarpsstjórin at enda.











