Í dag er niðurlendski Tour de France-súklarin Johnny Hoogerland fegin um, at hann er á lívi. Í gjár varð hann slongdur av súkluni inn í eina hegngirðing, tá ein sjónvarpsbilur brádliga snaraði inn á vegin [...] feggnir um, at vit eru á lívi. Hetta er ræðuligt, sigur Johnny Hooherland við heimasíðuna hjá Tour de France. Hóast hann fekk fleiri langar og djúpar skeinur í afturpartin og bæði beinini og bløddi illa, helt [...] Hann varð alt fyri eitt koyrdur á sjúkrahús, har hann fekk 33 pentur. Í dag er hvílidagur í Tour de France, men leiðslan í felagnum Vacansoleil, sum Johnny Hoogerland súklar fyri, sigur, at niðurlendingurin
Spaniumaðurin Luis León Sanchez úr niðurlendska felagnum Rabobank vann dagsins tein í Tour de France. Næstur honum á mál var Thomas Voeckler úr Europcar, sum samstundis slapp í ta gulu troyggjuna, tí í
Tað verður hildið rættiliga vist, at norðmaðurin Thor Hushovd, sum er á odda í Tour de France, fer úr amerikanska felagnum Garmin-Cervelo, tá hetta kappingarárið endar. Tann stóri spurningurin hevur verið
Alberto Rui Costa, sum súklar fyri felagið Moviestar, vann í dag tann áttanda teinin í ársins Tour de France. Saman við átta øðrum fór hann longu tíðliga frá hinum, men stutt frá málinum sleit hann seg leysan
Bretin Mark Cavendish úr felagnum HTC-Highroad vann sjeynda tein í Tour de France seinnapartin, og hann prógvaði enn einaferð, at tað er ikki av ongum, at hann ofta verður umrøddur sum "The Cannonball"
endurgjaldi frá sínum gamla niðurlendska arbeiðsgevara, Rabobank, sum gav honum sekkin mitt undir Tour de France-kappingini í 2007, sum danin hevði góðar møguleikar at vinna. Rabobank setti danska súklaran av [...] hann hevði givið skeivar upplýsingar um, hvar hann hevði verið og vant í tíðini upp undir Tour de France í 2007. Michael Rasmussen segði, at hann hevði verið í Meksiko, men tað vísti seg, at hann hevði
Tað gongur sum eftir ánni hjá norðmonnum í ársins Tour de France. Eftir at hava súklað meiri enn 224 kilometrar í dag gjørdist tann 24 ára gamli Edvald Boason Hagen fyrstur um málstrikuna. Hann súklar
Bretski sprintarin Mark Cavendish úr felagnum HTC Highroad vann dagsins tein í Tour de France. Fleiri súklarar duttu í dag, teirra millum Alberto Contador og Nicki Sørensen hjá danska felagnum Saxo Bank [...] teir mongu, sum duttu, og tað vísti seg, at hvørgin var førur fyri at halda fram í ársins Tour de France. Norðmaðurin Thor Hushovd er framvegis á odda og tí teirri gulu troyggjuni.
Tour de France í dag, tá hann fór um málstrikuna. Men málmyndin vísti, at avstraliumaðurin Cadel Evans var eina deksbreidd frammanfyri, og tað var tí hann, sum vann 4. teinin frá Lorient til Mûr-de-Bretagne [...] ein minutt og 30 sekund frammanfyri. Norðmaðurin Thor Hushovd er framvegis fremsti maður í Tour de France og er tí enn í teirri gulu troyggjuni. Eygleiðarar eru á einum máli um, at hann stóð seg sera væl
Triðja umfar í Tour de France endaði sum væntað við einum hópspurti, sum endaði við, at amerikanarin Tyler Farrar úr felagnum Garmin Cervelo gjørdist fyrstur um málstrikuna. Hetta er fyrstu ferð, at Farrar [...] Farrar hevur vunnið eitt umfar í Tour de France, og hann var sum vera man serliga fegin um, at tað hendi á tí amerikanska tjóðardegnum. Norðmaðurin Thor Hushovd, sum eisini súklar fyri Garmin Cervelo, er [...] teirri gulu oddatroyggjuni, sum hann vann í gjár. Teir stóru favorittarnir til at vinna ársins Tour de France, Alberto Contador hjá danska felagnum Saxo Bank Sunguard og Andy Schleck hjá luksenburgska felagnum