Bretin Mark Cavendish úr felagnum HTC-Highroad vann sjeynda tein í Tour de France seinnapartin, og hann prógvaði enn einaferð, at tað er ikki av ongum, at hann ofta verður umrøddur sum "The Cannonball". Næstir honum um máltrikuna vóru Alessandro Petacchi úr felagnum Lampre og Andre Greipel, sum súklar fyri felagið Omega Pharma Lotto.
Heldur ikki í dag sluppu súklararnir undan óhappum. Fleiri duttu, og Bradley Wigging úr felagnum Sky meiddi seg so illa, at hann mátti taka seg burtur úr kappingini.
Norðmaðurin Thor Hushovd er framvegis í teirri gulu troyggjuni.