Triðja umfar í Tour de France endaði sum væntað við einum hópspurti, sum endaði við, at amerikanarin Tyler Farrar úr felagnum Garmin Cervelo gjørdist fyrstur um málstrikuna. Hetta er fyrstu ferð, at Farrar hevur vunnið eitt umfar í Tour de France, og hann var sum vera man serliga fegin um, at tað hendi á tí amerikanska tjóðardegnum.
Norðmaðurin Thor Hushovd, sum eisini súklar fyri Garmin Cervelo, er framvegis í teirri gulu oddatroyggjuni, sum hann vann í gjár.
Teir stóru favorittarnir til at vinna ársins Tour de France, Alberto Contador hjá danska felagnum Saxo Bank Sunguard og Andy Schleck hjá luksenburgska felagnum Leopard Trek, komu á mál við somu tíð í dag.