Tað skrivar Ríðisamband Føroya:
Stórur spenningur er altíð undan fyrstu kappingina, tí óvissan um hvørji ross eru við og hvussu tey eru fyri, kemur til sjóndar hendan dagin.
Kappríðingarkalendarin fyri 2026 er so ljóðandi.
6. juni Vágar FM 1
20. juni Leynavatn FM 2
29. juli Havnardalur FM 3
15. august Havnardalur FM 4
29. august Vágar FM 5
Kappast verður í hesum greinum, Tølt, skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.
##med2##












