Bretski sprintarin Mark Cavendish úr felagnum HTC Highroad vann dagsins tein í Tour de France.
Fleiri súklarar duttu í dag, teirra millum Alberto Contador og Nicki Sørensen hjá danska felagnum Saxo Bank Sunguard. Báðir fóru tó aftur á súklurnar og komu á mál.
Verri gekst Janez Brajkovic úr felagnum RadioShack og Christophe Kern úr felagnum Eurocar. Teir vóru millum teir mongu, sum duttu, og tað vísti seg, at hvørgin var førur fyri at halda fram í ársins Tour de France.
Norðmaðurin Thor Hushovd er framvegis á odda og tí teirri gulu troyggjuni.










