Portugisiskur sigur

Portugisarin Alberto Rui Costa, sum súklar fyri felagið Moviestar, vann í dag tann áttanda teinin í ársins Tour de France. Saman við átta øðrum fór hann longu tíðliga frá hinum, men stutt frá málinum sleit hann seg leysan og kom fyrstur um málstrikuna.

 

Tey bæði næstu plássini fóru til Philippe Gilbert og Cadel Evans. Heldur óvæntað megnaði norðmaðurin Thor Hyshovd at fylgja teimum sterku, og tað gjørdi, at hann er framvegis í teirri gulu troyggjuni.

 

Alberto Contador og Schleck-brøðurnir fylgdust á mál 15 sekund aftan á vinnaran, so støðan teirra millum er óbroytt.