Tað gongur sum eftir ánni hjá norðmonnum í ársins Tour de France. Eftir at hava súklað meiri enn 224 kilometrar í dag gjørdist tann 24 ára gamli Edvald Boason Hagen fyrstur um málstrikuna. Hann súklar fyri felagið Team Sky. Á triðja plássi kom landsmaður hansara Thor Hushovd við somu tíð, so tað var kanska ikki so løgið, at norsku frásøgumenninir hildu fyri, at norðmenn eru heimsins bestu súklarar.
Ímillum teir báðar norðmenninar var Mathew Goss hjá HTC Highroad á mál.
Úrslitið ber í sær, at Thor Hushovd er framvegis í teirri gulu troyggjuni.










