Tað hevur higartil í vetur verið friðarligt kring liðið hjá meistarunum og steypavinnarunum burtursæð frá, at onkrir ungir spælarar eru farnir í onnur feløg at royna eydnuna.
Kortini hevur ljóðað, at tað bara var spurningur um tíð, áðrenn KÍ fór at boða frá tíðindum um nýggjar spælarar, og í dag er nýtt at frætta.
KÍ skrivar soleiðis:
veir nýggir menn koma til hópin hjá KÍ. Dávid Reynheim er ein ungur og evnaríkur leikari, ið hevur skrivað 4 ára sáttmála.
Eisini hevur 28 ára gamli norðmaðurin, Erlend Hustad, skrivað undir 1 ára sáttmála. Hann er áleypari, og við síni styrki og máltevi, fer Erlend at styrkja okkara álopsleik munandi, sigur venjarin Magnus Powell.
Tað ber til at lesa meiri um nýggju KÍ spælararnar á hesum leinkjunum











