Nýggjur oddamaður í Tour de France

Spaniumaðurin Luis León Sanchez úr niðurlendska felagnum Rabobank vann dagsins tein í Tour de France. Næstur honum á mál var Thomas Voeckler úr Europcar, sum samstundis slapp í ta gulu troyggjuna, tí í dag megnaði norðmaðurin Thor Hushovd ikki at halda tørn longur.

 

Tann mesta umrøðan aftan á teinin í dag er um ein tilburð, tá ein sjónvarpsbilur, sum fylgir súklingini, snaraði brádliga út á vegin og sendi Juan Antonio Flecha hjá felagnum Sky og Johnny Hoogerland hjá Vacansoleil av súklunum. Tilburðurin var ógvusligur at síggja, men báðir komu aftur upp á súklurnar og hildu fram.

 

Tveir av teimum kendu súklarunum duttu fyrr í dag og máttu gevast, tá teir duttu. Tað er Jurgen van den Broeck, sum breyt annað herðablaðið, og Alexandre Vinokourov mátti gevast, tí hann breyt lærið.