Fosturtøkumálið er útsett til týsdagin

Tingfundurin sum skuldi vera í dag er útsettur til týsdagin. Sambandsflokkurin er veðurfastur í Keypmannahavn

Tingfundurin, sum skuldi verið í dag, har eitt nú fosturtøkumálið skuldi verið til 1. viðgerð, er útsettur til týsdagin.

 

– Ja, fleiri tingfólk sita veðurføst í Keypannahavn og sleppa ikki heim fyrr enn í kvøld, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

 

– Tí er avgjørt at flyta tingfundin, sum skuldi verið í dag, til týsdagin, sigur hon.

 

– Tá verður eisini Fíggjarlógin fyri 2026 løgd fram klokkan 9:30. Síðani verður ein steðgur til klokkan 11, tá farið verður undir skránna til tingfundin, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Sum skilst eru fleiri av tingfólkunum hjá Sambandsflokkinum veðurføst. Tey hava verið á floksferð í ES høuvðsstaðnum Brússel seinastu dagarnar.

 

Og júst Sambandsflokkurin er í trongum skóm í hesum døgum, tí har leikar hart á, av tí at fleiri eru misnøgd við, at Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri flokkin, var við til at leggja fram á ting uppskotið um fría fosturtøku. Misnøgdir limir hava meldað seg úr flokkinum. Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hevur kallað til floksfund í morgin, har eitt nú forfólk í feløgunum møta at viðgera støðuna.

 

Skáin fyri tingfundin týsdagin er hendan:

 

Tingfundur

 

Dagsskráin, týsdagur, 30. september 2025, kl. 09:30

 

1               Framløga av fíggjarlógini

 

2               Ófráboðaðir fyrispurningar

 

3               3. viðgerð LM-002/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at geva Húsalánsgrunninum ræðið á bygninginum Eirargarður 2 í Tórshavn

 

4               3. viðgerð LM-003/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2025 (Flyting av stjórnarráðum og Eirargarður 2 nýtast til lestrarbústaðir)

 

5               2. viðgerð LM-010/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2025 (Umvæling av Løgtingsbygninginum)

 

6               1. viðgerð LM-011/2025 - Uppskot til løgtingslóg um sterilisatión og kastratión (Sterilisatiónslógin)

 

7               1. viðgerð LM-012/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Prosjektera næsta byggistig fram til útboð)

 

8               1. viðgerð LM-013/2025 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om sundhedsvæsenet på Færøerne (Udvidelse af Hjemmestyrets muligheder for at fastsætte regler om adgangen til ydelser i sundhedsvæsenet på Færøerne)

 

9               1. viðgerð LM-014/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

 

10            Framløga

 

Viðmerkingar

 

LM-011/2025 verður beint í Rættarnevndina

 

LM-012/2025 verður beint í Fíggjarnevndina

 

LM-013/2025 verður beint í Trivnaðarnevndina

 

LM-014/2025 verður beint í Rættarnevndina