Amerikanski forsetin, Donald Trump, krevur eina kanning av tí, sum hann kallar eina trífalda sabotasju í sambandi við vitjanina í ST týsdagin, har ein rullutrappa, ein telepromptari og ljóðanleggið ikki riggaðu.
Hetta skrivaði hann sjálvur á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Ein sonn skandala fór fram í ST í gjár - ikki ein, ikki tvær, men tríggjar sera skelkandi hendingar!, skrivar hann.
Hann lýsir fyrst, hvussu ein rullutrappa steðga við einum hvini, tá hann og amerikanska forsetafrúan, Melania Trump, vóru á veg til aðalfundin hjá ST, har Trump skuldi halda røðu.
- Tað er ótrúligt, at eg og Melania ikki duttu við andlitinum fyrst á tey hvøssu stálkantaðu trapputrinini. Tað var bert tí, at vit bæði hildu fast um rekkverkið, at tað ikki endaði við katastrofu, skrivar hann.
##med2##
Hann vísir til, at starvsfólk hjá ST skulu hava gjørt spott burtur úr at sløkkja rullutrappuna.
- Fólkini, sum gjørdu tað, skulu handtakast!, skrivar Trump.
Hann skrivar eisini, at hansara telepromptari steðgaði upp í byrjanini av røðuni og at heimsleiðarar í høllini ikki hoyrdu hann, tí ljóðskipanin var brotin.
- Hetta var ikki ein óhapp, talan var um trífalda sabotasju hjá ST. Tey skulu skammast av sær sjálvum, skrivar Trump.
Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, hevur fingið boð frá amerikansku føstu sendistovuni í ST um hendingar, sum fóru fram, tá Trump vitjaði høvuðssætið hjá ST 23. september.
Tað skrivar Stéphane Dujarric, talsfólk hjá aðalskrivaranum, í eini fráboðan á heimasíðuni hjá ST.
- Aðalskrivarin boðaði síðani ST-sendiboðnum frá, at hann longu hevði givið boð um eina ítøkiliga kanning.
- Hann boðaði frá, at ST er til reiðar at samstarva við fullum gjøgnumskygni við avvarðandi amerikanskar myndugleikar um hetta málið fyri at fáa greiðu á, hvat var orsøkin til hendingarnar, sum USA vísir til, sigur Dujarric.
/Ritzau/