Starndferðslan boðar frá, at Galaxy avlýsir túrar um Suðuroyarfjørð í morgin.
Orsøkin er veður, verður sagt á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.
Galaxy er ferja úr Grikkalandi, og avloysir, nú Smyril er í dokk.
Boðini á ssl.fo eru soljóðandi:
Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7 fríggjadagin 26. septembur: Av Krambatanga kl. 6:00 og av Havnini kl. 12:00, og síðani verður ikki siglt meir fyri dagin. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. hesa broyting.