Í dag var neyðugt við málmynd

Saxo Bank Sunguard-liðskiparin, spaniumaðurin Alberto Contador, helt, at hann hevði vunnið dagsins tein í Tour de France í dag, tá hann fór um málstrikuna. Men málmyndin vísti, at avstraliumaðurin Cadel Evans var eina deksbreidd frammanfyri, og tað var tí hann, sum vann 4. teinin frá Lorient til Mûr-de-Bretagne.

 

Tað var mótbrekka ímóti málinum í dag, og tí varð roknað við, at endin fór at vísa, hvør av teimum báðum favorittunum er sterkari, Alberto Contador ella luksenburgarin Andy Schleck úr Leopard Trek. Endin varð, at Contador kom á mál átta sekund fyrr enn Schleck, og tí er munurin teirra millum tódnaður eitt vet, so Andy Schleck nú er ein minutt og 30 sekund frammanfyri.

 

Norðmaðurin Thor Hushovd er framvegis fremsti maður í Tour de France og er tí enn í teirri gulu troyggjuni. Eygleiðarar eru á einum máli um, at hann stóð seg sera væl í dagsins kapping.