Riis hevur hug á Hushovd

Tað verður hildið rættiliga vist, at norðmaðurin Thor Hushovd, sum er á odda í Tour de France, fer úr amerikanska felagnum Garmin-Cervelo, tá hetta kappingarárið endar. Tann stóri spurningurin hevur verið, hvat felag hann fer til.

 

Danska TV2 skrivar í kvøld, at danska felagið Saxo Bank-SunGard hevur hug á norðmanninum. TV2 endurgevur Bjarne Riis fyri at siga, at Thor Hushovd er ein áhugaverdur súklari, og at hann hevði verið ein góður styrkur hjá danska felagnum.

 

-Men eg dugi ikki at siga, um tað verður so, sigur Bjarne Riis. Saxo Bank, sum er høvuðsstuðul hjá danska felagnum, hevur sagt, at Bjarne Riis fær pening, so hann kann styrkja liðið hjá Saxo Bank-Sunguard.