Michael Rasmussen krevur stórt endurgjald

Danski súklarin Michael Rasmussen krevur nógvar milliónir krónur í endurgjaldi frá sínum gamla niðurlendska arbeiðsgevara, Rabobank, sum gav honum sekkin mitt undir Tour de France-kappingini í 2007, sum danin hevði góðar møguleikar at vinna.

 

Rabobank setti danska súklaran av liðnum, tí hann hevði givið skeivar upplýsingar um, hvar hann hevði verið og vant í tíðini upp undir Tour de France í 2007. Michael Rasmussen segði, at hann hevði verið í Meksiko, men tað vísti seg, at hann hevði verið í Italia.

 

Michael Rasmussen hevur kravt endurgjald fyrr. Málið var í rættinum í Utrecht, sum kom til ta niðurstøðu, at Rabobank skuldi rinda honum 5,3 milliónir krónur. Men Michael Rasmussen var ikki nøgdur, og nú vil hann hava meiri. Hann sigur við eitt niðurlendskt blað, at hann heldur seg hava rætt til fleiri milliónir evrur í endurgjaldi frá Rabobank.