Fegin um at vera á lívi

Í dag er niðurlendski Tour de France-súklarin Johnny Hoogerland fegin um, at hann er á lívi. Í gjár varð hann slongdur av súkluni inn í eina hegngirðing, tá ein sjónvarpsbilur brádliga snaraði inn á vegin, so Johnny Hoogerland og Juan Antonio Flecha ruku um koll.

 

-Vit mugu vera feggnir um, at vit eru á lívi. Hetta er ræðuligt, sigur Johnny Hooherland við heimasíðuna hjá Tour de France.

 

Hóast hann fekk fleiri langar og djúpar skeinur í afturpartin og bæði beinini og bløddi illa, helt Johnny Hoogerland fram, sjálvt um hann sum vera man endaði langt aftan fyri teir fremstu. Hann varð alt fyri eitt koyrdur á sjúkrahús, har hann fekk 33 pentur.

 

Í dag er hvílidagur í Tour de France, men leiðslan í felagnum Vacansoleil, sum Johnny Hoogerland súklar fyri, sigur, at niðurlendingurin ætlar sær at halda fram í kappingini í morgin.