Mikudagin byrjaði slaturin at ganga um, at tann 22 ára gamla Twilight stjørnan, Kirsten Stewart, hevur verið ótrúgv móti sjeikinum, Robert Pattison, við tí 41 ára gamla filmsframleiðaranum Rubert Sanders [...] dagin bóðu Kirsten og Rubert um umbering fyri teirra ótrúskap. Nú vísir tað seg, at ein av orsøkunum til ótrúskapin var, at Kirsten Stewart keddi seg. Í einari samrøðu við blaðið Elle segði hon soleiðis [...] kom fram. - Eg føli meg so keðiliga, og eg undrist á, hví alt er so lætt hjá mær. Eg gleði meg til, at okkurt sinnissjúk skal henda við mær, sigur Kirsten Stewart við blaðið. Ótrúskapurin varð avdúkaður
Kruse aðalskrivari. Hon leggur aftrat, at limastuðulin er avgerandi fyri arbeiðið hjá Amnesty og tey vóna, at tey fáa nógvar nýggjar limir í summar. Mynd: Hevur tú hug at gerast limur í Amnesty? spyr Sanna [...] Amnesty Føroya Deild roynir í hesum døgum at vinna felagsskapinum fleiri limir. Hetta er fimta ferðin, at Amnesty skipar fyri limaátaki av slíkum slagi. Umboð fyri Amnesty hava verið úti á gøtuni síðani
Í einari havn í Kalifornia var um reppið, at ein kúlubøka gloypti manni á eini surfingfjøl, tá fólk, sum stuttleikaðu sær á sjónum, vóru í ferð við at taka myndir av fuglum. Bæði í báti og kajakkum høvdu [...] tey sóu. Kúlubøkurnar, sum eftir øllum at døma dusaðu sær í føði, vóru millum 12 og 16 metrar langar, og miðalvektin á slíkum hvali liggur um 36 tons. Sagt verður, at kúlubøka etur bara um summarið, og síðan [...] síðan livir hon upp á føðina allan veturin. Sambært fólki, sum vóru nær kúlubøkuni, áseta lógir í USA, at fólk skulu halda seg í minsta lagi 100 metrar burtur frá slíkum hvalum. Brot á hesa lóg kann viðføra
Rumenia, tá teir royndu at sleppa í land í Kristiansand við 9.000 rúsevnatablettum. Menninir høvdu fjalt tablettirnar í eykahjólinum til bilin, og norska løgreglan heldur, at teir ætlaðu at selja tablettirnar [...] bili, sum hevði finskar nummarplátur. Tollararnir gjørdu av at kanna hann. Millum annað varð røntgenmynd tikin av eykahjólinum, og hon vísti, at har var ikki bara luft í. Tá tollararnir tóku dekkið av, funnu
Myndugleikarnir í Póllandi kunngjørdu í dag, at fýra fólk eru deyð av snarljósi í einum fjallalendi har suðuri í landinum. Lokalir fjølmiðlar siga, at talan er um eini 50 ára gomul hjún úr Warzawa, dóttir [...] , vórðu bjargingarfólk send at leita. Umleið 30 polsk og slovakisk bjargingarfólk hava leitað við hundum og tyrlum, og í gjár vórðu tey fýra funnin deyð. Tað vísti seg, at tey vóru deyð av einum snarljósi [...] snarljósi. -Tað er sera sjáldsamt, at eitt einstakt snarljós drepur fýra fólk, sigur bjargingarmaðurin Mariusz Zarod við fjølmiðlarnar. Tað regnaði illa í umráðnum mikudagin, og toran gekk.
stórur tummi í at røkka finaluplássið. Tíðin hjá Páli var 3.47.36. Vinnaratíðin hjá kinverska Yang Sun var 3.45.07, og Yun Hao á fjórða pláss kom á mál í tíðini 3.46.88. Tíðirnar siga, at Pál var í besta [...] tvey. Tíðin hjá honum var 3.48.27. Tað vil siga, at tíðin hjá danskaranum var væl lakari enn tíðin hjá Páli. Tað eydnaðist tiskil heldur ikki Mads Glæsner at røkka finaluplássi. [...] Tað gekk akkurát ikki hjá Páli Joensen at vinna seg í finaluna i 400 metra frísvimjingini. Pál endaði á fimta plássi í fjórða og síðsta innleiðandi umfarinum, og harvið varð hann eitt pláss ov stuttur
r skúla. Byggjast seks skúlastovur aftrat. Úr Sunda kommunu frættist, at ætlanin er at seta spakan í jørðina fyri jól, soleiðis at alt stendur klárt, tá næsta skúlaár byrjar í august mánaði. Á skúlanum [...] starvi. - Barnatalið er vaksandi, og tískil er neyðugt við fleiri og størri undirvísingarhølum fyri at nøkta tørvin hjá skúlanum, verður sagt. Hugsað verður haraftrat um virksemið hjá tónlistarskúlanum [...] hevur havt trongar umstøður. Við økta talinum á undirvísingarhølum verður rúmsáttari hjá Norðljómi at skipa sína frálæru saman við fólkaskúlanum. Tað er teknistovan A3 á Norðskála, ið hevur teknað uppskotið
gjørdu, at hann ongan tíð slapp á vøllin fyri felagið, sigur B36 Sékou er 186 cm til hæddar, og hann verður sagdur at vera ein sterkur og skjótur miðverji við góðum bóltførleika. Umframt at spæla í miðverjuni [...] einki minni enn eina perlu Hann skal styrkja verjuna hjá føroyameistarunum eftir at Odmar Færø er farin til Skotlands at lesa. Sékou Tidiane hevur spælt við Ferencvárosi í bestu ungversku deildini og við
men afhoyringarnar hjá politinum vísa hinvegin at alt bendir á, at maðurin er deyður fyri egnari hond. Maðurin hevði beint áðrenn hendingina hótt við at taka lívið av sær við standmyndina har hann var [...] staðfestast kann, at hann er deyður av løsti hann fekk eftir knívsting í hjarta. Ongir aðrir løstir vóru staðfestir, sigur løgreglan í tíðindaskrivi í kvøld. Politiið metir ikki, at talan er um eitt brotsverk
í sambandi við avdúkingina. Ein talsmaður fyri sponsku løgregluna sigur, at brotsmenninir ferðaðust saman við smáum børnum, og at teir fjaldu rúsevnið í blæunum hjá børnunum. Sambært talsmanninum høvdu [...] kilo av rúsevni við sær á hvørjari flogferð. Spanska løgreglan sigur, at hon hevur handtikið 16 fólk á nøkrum flogvøllum har, og at tvey eru tikin í Belgia og tvey í Niðurlondum. Í einum føri tók løgreglan [...] myndugleikarnar í Spania, Belgia og Niðurlondum hevur avdúkað eitt brotsmannalið, sum brúkti børn til at smugla rúsevni úr Suðuramerika til Evropa umvegis nakrar ávísar flogvøllir í teimum trimum londunum