Høvdu 9000 rúsevnatablettir í eykahjólinum

Norska tollvaldið tók seinasta vikuskiftið tveir menn úr Rumenia, tá teir royndu at sleppa í land í Kristiansand við 9.000 rúsevnatablettum. Menninir høvdu fjalt tablettirnar í eykahjólinum til bilin, og norska løgreglan heldur, at teir ætlaðu at selja tablettirnar á gøtuni í Kristiansand.

Teir báðir rumensku menninir komu við ferjuni Superspeed úr Danmark við einum bili, sum hevði finskar nummarplátur. Tollararnir gjørdu av at kanna hann. Millum annað varð røntgenmynd tikin av eykahjólinum, og hon vísti, at har var ikki bara luft í. Tá tollararnir tóku dekkið av, funnu teir 9000 tablettir av evninum diazepam, skrivar norska kringvarpið.

Diazepam er heilivágur, sum stimbrar nervalagið og verður brúkt ímóti eitt nú bangilsi og svøvntrupulleikum, men evnið er skrásett sum rúsevni og er rættiliga vanligt millum rúsevnamisnýtarar, skrivar NRK.