Iran sent rakettir eftir amerikanskari herstøð

Iran sigur, at landið undir ongum umstøðum fer at lata eitt álop á iranskt landaøki standa ósvarað

Vitnir upplýsa yvirfyri Reuters, at spreingingar eru at hoyra yvir høvuðsstaðnum í Katar, Doha

Tíðindamiðilin Axios veit í dag at siga, at Iran hevur skotið seks rakettir eftir amerikanskum herstøðum í Katar.

 

Hetta upplýsa ísraelskar keldu yvirfyri Axios.

 

Iranski herurin sigur seg hava lopið á Al Udeid-støðina í Katar, oyðileggjandi og máttmikið, sum tikið verður til.

 

Lagt verður aftrat, at hetta er partur av einari hernaðaratsókn.

 

Iran sigur, at landið undir ongum umstøðum fer at lata eitt álop á iranskt øki standa ósvarað.

 

- Hvítu Húsini og verjumálaráðið í USA eru greið yvir og fylgja neyvt við hóttanum móti Al Udeid-flogvøllinum, siga høgtstandandi embætisfólk í USA.

 

Sameindu Arabisku Emiratini fylgja eisini neyvt við gongdini og meta leypandi um støðuna.

 

Vitnir upplýsa yvirfyri Reuters, at spreingingar eru at hoyra yvir høvuðsstaðnum í Katar, Doha.

 

Seinnapartin í dag er loftrúmið yvir Katar stongt, og uttanríkisráðið í landinum sigur, at orsøkin er støðan í økinum.

 

Amerikanska flogstøðin Al Udeid liggur stutt uttanfyri høvuðsstaðin, Doha, og hetta er størsta amerikanska herstøð í Miðeystri.

 

Á støðini starvast umleið 10.000 fólk.

 

- Hetta er ein leiðandi støð hjá USA, sum leiðir hernaðaruppgávur - heilt úr Egyptalandi til Kasakhstan, veit Reuters at siga.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/eyka-trygdartiltoek-a-amerikanskum-herstoedum-i-irak

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vitnir upplýsa yvirfyri Reuters, at spreingingar eru at hoyra yvir høvuðsstaðnum í Katar, Doha