VFF Cup: B36 og NSÍ vunnu

Tveir dystir vóru leiktir í VFF Cup í dag

Mynd: B36

Fyrr í dag vóru tveir dystir leiktir í VFF Cup.

 

Undir Mýruhjalla á Skála vann B36 3-1 á Skála ÍF. Dávid Biskopstø Andreasen (myndin) skoraði tvey mál fyri B36.

 

Við Løkin í Runavík vann NSÍ 1-0 á Víkingi.

 

NSÍ-Víkingur 1-0 (0-0)

 

1-0 Daniel Obbekjær (60.) 

 

Skála ÍF-B36 1-3 (1-2)

 

0-1 Dávid Biskopstø Andreasen

 

1-1 Markus Isaksen

 

1-2 Dávid Biskopstø Andreasen

 

1-3 Markus Hellisdal 

 

Í morgin klokkan 13 vera tríggir dystir leiktir. Teir eru HB-EB/Streymur, B68-B71 og 07 Vestur-AB.

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Mynd: B36