Rættarlæknuliga kanningin av tí deyða 49 ára gamla manninum, sum var funnin deyður á valglinum í gjárkvøldið, er nú liðug og staðfestast kann, at hann er deyður av løsti hann fekk eftir knívsting í hjarta.
Ongir aðrir løstir vóru staðfestir, sigur løgreglan í tíðindaskrivi í kvøld.
Politiið metir ikki, at talan er um eitt brotsverk, sum framt er, men afhoyringarnar hjá politinum vísa hinvegin at alt bendir á, at maðurin er deyður fyri egnari hond.
Maðurin hevði beint áðrenn hendingina hótt við at taka lívið av sær við standmyndina har hann var funnin og knívurin sum varð nýttur, hevði tann 49 ára gamli maðurin sjálvur tikið við sær.
Kortini hevur løgreglan tryggjað knívin, sum nýttur varð, og hann skal nú kannast fyri DNA og fingramerkir.
Nær hesar kanningar verða lidnar er enn ikki greitt.