Pál var ein tumma ov stuttur

Tað gekk akkurát ikki hjá Páli Joensen at vinna seg í finaluna i 400 metra frísvimjingini. Pál endaði á fimta plássi í fjórða og síðsta innleiðandi umfarinum, og harvið varð hann eitt pláss ov stuttur í samlaðu støðuni. Tað restaði 1/10 av einum sekundi ella ein stórur tummi í at røkka finaluplássið.

 

Tíðin hjá Páli var 3.47.36. Vinnaratíðin hjá kinverska Yang Sun var 3.45.07, og Yun Hao á fjórða pláss kom á mál í tíðini 3.46.88.

 

Tíðirnar siga, at Pál var í besta riðlinum. Danski Mads Glæsner varð nummar trý í riðli tvey. Tíðin hjá honum var 3.48.27. Tað vil siga, at tíðin hjá danskaranum var væl lakari enn tíðin hjá Páli. Tað eydnaðist tiskil heldur ikki Mads Glæsner at røkka finaluplássi.