Í oktober vóru tvey stór verkføll í Grikkalandi sum mótmæli móti lógarbroytingini um at leingja arbeiðsdagin

Grikkaland samtykkir lóg um longri arbeiðsdag hóast mótmæli

Framyvir fara privatar fyritøkur í Grikkalandi at kunna biðja síni starvsfólk arbeiða upp til 13 tímar um dagin.

Í oktober vóru tvey stór verkføll í Grikkalandi sum mótmæli móti lógarbroytingini um at leingja arbeiðsdagin

Hetta hendir eftir at landsins tjóðarting hevur samtykt eina lóg, sum broytir longdina á einum grikskum arbeiðsdegi úr átta til 13 tímar. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Sambært griksku stjórnini fer broytingin at gera arbeiðsmarknaðin effektivari og smidligari.

Í oktober vóru tvey stór verkføll í landinum sum mótmæli móti lógarbroytingini.

Reuters skrivar, at Grikkaland hevur eina av longstu arbeiðsvikunum í ES við stívliga 40 tímum. Í Týsklandi og Hollandi er tað ávikavist 34 og 32 tímar, og í Danmark er 37 tímar – meðan arbeiðsvikan í Føroyum meira líkist griksku arbeiðsvikuna, tí her er hon 40 tímar.

 

Í oktober vóru tvey stór verkføll í Grikkalandi sum mótmæli móti lógarbroytingini um at leingja arbeiðsdagin