Karlskrona misti stig móti botnliði

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir vóru fyri vónbroti á heimavølli

 

Í kvøld leiktu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Dysturin var móti botnliðnum, VästeråsIrsta HF, og vóru Tróndur og liðfelagarnir greiðir favorittar undan dystinum. 

 

Men dysturin í Brinova Arena høllini endaði við javnleiki 28-28, ið er eitt stórt vónbrot hjá Karlskrona. Í steðginum var Karlskrona á odda við tveimum málum, 15-13.

 

Tróndur var við fýra málum toppskjútti hjá Karlskrona saman við Emil Hansson. Tróndur legði eisini upp til tvey mál (assist). 

 

Karlskrona er nummar átta í deildini við átta stigum fyri átta dystir.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 bíðar stór uppgáva hjá Karlskrona á heimavølli. Tá skal Karlskrona spæla dyst móti týska liðnum, Melsungen í bólki E í EHF European League.