Fyri 30 árum síðani var tónleikabólkurin Aldubáran stovnaður. 7 ungir tónleikarar, ið tá allir vóru spjaddir kring heimin, stovnaðu bólkin. Endamálið var - og er framvegis, at spæla tónleik á hægsta stigi, og eggja tónaskøldum at skriva nýggjan tónleik. Hesi seinastu trý áratíggjuni hevur bólkurin arbeitt við at bíleggja, skapa og framføra serliga nýggjan føroyskan tónleik, umframt at framføra kamar- og samtíðartónleik í Føroyum og uttanlands.
18. oktober bjóðar Aldubáran føðingardagskonsert við fullari manning, og fer á konsertini at framføra spildurnýggjan tónleik, skrivaður av blaðungum tónaskøldum. Flestu teirra vóru ikki fødd, tá ið Aldubáran var sett á stovn fyri 30 árum síðani. Ungu tónaskøldini, hvørs verk verða framførd á konsertini, eru:
Tóra Tróndardóttir
Ásgerð Stenberg Olsen
Alvi Joensen
Eli Tausen á Lava
Bjarni Blaasvær
Mikkjal Davidsen
Andras Ellendersen
Ólavur Eyðunsson Gaard
Konsertin verður nakað heilt serligt, og gleða vit okkum at síggja tykkum í Hátuni á Musikkskúlanum leygarkvøldið 18. oktober kl. 19.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.
Stuðlað konsertini hava:
Tórshavnar Kommuna, Mentamálaráðið, Felagið Føroysk Tónaskøld, Tórshavnar Musikkskúli, Listaflog, William Demant Fonden, Knud Højgaards Fond