Úr Sunda kommunu frættist, at ætlanin er at seta spakan í jørðina fyri jól, soleiðis at alt stendur klárt, tá næsta skúlaár byrjar í august mánaði.
Á skúlanum ganga í løtuni 82 børn, og har eru 12 fólk í starvi.
- Barnatalið er vaksandi, og tískil er neyðugt við fleiri og størri undirvísingarhølum fyri at nøkta tørvin hjá skúlanum, verður sagt.
Hugsað verður haraftrat um virksemið hjá tónlistarskúlanum Norðljómi, sum eisini hevur havt trongar umstøður. Við økta talinum á undirvísingarhølum verður rúmsáttari hjá Norðljómi at skipa sína frálæru saman við fólkaskúlanum.
Tað er teknistovan A3 á Norðskála, ið hevur teknað uppskotið til nýggja bygningin. Kostnaðurin er mettur til umleið 5 milliónir krónur.
BETRI UMSTØÐUR
Teknistovan A3 hevur gjørt uppskotið til víðkaða skúlan á Oyrarbakka
næmingar
Í SUMMAR
Gongst sum ætlað sleppa næmingarnir í tann nýggja skúlabygningin, tá komandi skúlaár byrjar