Kúlubøka mundi gloypt manni

Í einari havn í Kalifornia var um reppið, at ein kúlubøka gloypti manni á eini surfingfjøl, tá fólk, sum stuttleikaðu sær á sjónum, vóru í ferð við at taka myndir av fuglum.

Bæði í báti og kajakkum høvdu fólk myndatól og fingu soleiðis tikið góðar myndir av tí, tey sóu. Kúlubøkurnar, sum eftir øllum at døma dusaðu sær í føði, vóru millum 12 og 16 metrar langar, og miðalvektin á slíkum hvali liggur um 36 tons.

Sagt verður, at kúlubøka etur bara um summarið, og síðan livir hon upp á føðina allan veturin.

Sambært fólki, sum vóru nær kúlubøkuni, áseta lógir í USA, at fólk skulu halda seg í minsta lagi 100 metrar burtur frá slíkum hvalum. Brot á hesa lóg kann viðføra bót upp í einar 300.000 krónur, skrivar Daily Mail.