Fýra fólk doyðu av snarljósi

Myndugleikarnir í Póllandi kunngjørdu í dag, at fýra fólk eru deyð av snarljósi í einum fjallalendi har suðuri í landinum. Lokalir fjølmiðlar siga, at talan er um eini 50 ára gomul hjún úr Warzawa, dóttir teirra og unnusta hennara, sum bæði vóru 22 ára gomul.

Tey fýra vóru á gonguferð í Pieniny-fjøllunum tætt við markið við Slovakia, men tá tey ikki komu aftur á hotellið mikukvøldið, vórðu bjargingarfólk send at leita. Umleið 30 polsk og slovakisk bjargingarfólk hava leitað við hundum og tyrlum, og í gjár vórðu tey fýra funnin deyð. Tað vísti seg, at tey vóru deyð av einum snarljósi.

-Tað er sera sjáldsamt, at eitt einstakt snarljós drepur fýra fólk, sigur bjargingarmaðurin Mariusz Zarod við fjølmiðlarnar. Tað regnaði illa í umráðnum mikudagin, og toran gekk.