B36 styrkir seg við perlu úr Afrika

B36 hevur í dag skrivað sáttmála við 28 ára gamla Sékou Tidiane av Fílabeinsstrondini.

 

Á heimasíðu síni, haðani hendan myndin eisini er, kalla teir hann fyri einki minni enn eina perlu

 

Hann skal styrkja verjuna hjá føroyameistarunum eftir at Odmar Færø er farin til Skotlands at lesa.

 

Sékou Tidiane hevur spælt við Ferencvárosi í bestu ungversku deildini og við maltesiska liðnum Sliema Wanderers, har hann seinasta kappingarár spældi 16 dystir og skoraði eitt mál.

 

Í 2007 skrivaði hann undir sáttmála við enska Sheffield United, men trupulleikar við arbeiðsloyvinum gjørdu, at hann ongan tíð slapp á vøllin fyri felagið, sigur B36

Sékou er 186 cm til hæddar, og hann verður sagdur at vera ein sterkur og skjótur miðverji við góðum bóltførleika.

 

Umframt at spæla í miðverjuni, kann hann eisini spæla á miðvøllinum