Twilight ótrúskapur: Keddi seg áðrenn ótrúskapin

Mikudagin byrjaði slaturin at ganga um, at tann 22 ára gamla Twilight stjørnan, Kirsten Stewart, hevur verið ótrúgv móti sjeikinum, Robert Pattison, við tí 41 ára gamla filmsframleiðaranum Rubert Sanders. Seinni sama dagin bóðu Kirsten og Rubert um umbering fyri teirra ótrúskap.

 

Nú vísir tað seg, at ein av orsøkunum til ótrúskapin var, at Kirsten Stewart keddi seg. Í einari samrøðu við blaðið Elle segði hon soleiðis nakrir dagar áðrenn slaturin kom fram.

 

- Eg føli meg so keðiliga, og eg undrist á, hví alt er so lætt hjá mær. Eg gleði meg til, at okkurt sinnissjúk skal henda við mær, sigur Kirsten Stewart við blaðið.

 

Ótrúskapurin varð avdúkaður, tí US Magazine vísti nakrar myndir, sum vóru tiknar av Kirsten Stewart og Rubert Sanders, meðan tey kystu og hálsfevndu hvønn annan í einum bili.