Amnesty Føroya Deild roynir í hesum døgum at vinna felagsskapinum fleiri limir. Hetta er fimta ferðin, at Amnesty skipar fyri limaátaki av slíkum slagi. Umboð fyri Amnesty hava verið úti á gøtuni síðani 4. juli og halda áfram til 3. august. Higartil hava tey vitja í Havn, Klaksvík, Vestmanna, Runavík, Miðvági, Tvøroyri og Vági.
- Amnesty í Føroyum er tann deildin hjá Amnesty, sum hevur flest limir í mun til íbúgvar í landinum. Hetta er sera flott og hetta verður ofta nevnt, tá vit eru á fundum uttanlands, sigur Jacoba Kruse aðalskrivari.
Hon leggur aftrat, at limastuðulin er avgerandi fyri arbeiðið hjá Amnesty og tey vóna, at tey fáa nógvar nýggjar limir í summar.
Mynd: Hevur tú hug at gerast limur í Amnesty? spyr Sanna, eitt av andlitunum hjá Amnesty.