Tað merkir, at russiskir íðkarar aftur kunnu umboða Russland við komandi olympiskum leikum í staðin fyri at kappast undir neutralum flaggi.
Tað upplýsir IOC á heimasíðu síni.
Russiska olympiska nevndin hevur verið útihýst síðani oktober 2023 sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.
IOC hevur tó enn ikki tikið støðu til, um russiska flaggið og russiski tjóðsangurin aftur verða loyvd til olympisku leikirnar. Tann avgerðin verður tikin seinni.
Samtíðis staðfestir IOC, at altjóða ítróttarkappingar framvegis ikki verða lagdar til Russlands, og at russiska stjórnin heldur ikki verður boðin við til tiltøk hjá IOC.











