Samstarv millum myndugleikarnar í Spania, Belgia og Niðurlondum hevur avdúkað eitt brotsmannalið, sum brúkti børn til at smugla rúsevni úr Suðuramerika til Evropa umvegis nakrar ávísar flogvøllir í teimum trimum londunum. Higartil eru 20 fólk tikin í sambandi við avdúkingina.
Ein talsmaður fyri sponsku løgregluna sigur, at brotsmenninir ferðaðust saman við smáum børnum, og at teir fjaldu rúsevnið í blæunum hjá børnunum. Sambært talsmanninum høvdu teir millum eitt og fimm kilo av rúsevni við sær á hvørjari flogferð.
Spanska løgreglan sigur, at hon hevur handtikið 16 fólk á nøkrum flogvøllum har, og at tvey eru tikin í Belgia og tvey í Niðurlondum. Í einum føri tók løgreglan mann og kvinnu úr Spania, sum høvdu fjalt hálvtannað kilo av kokaini uppi á einum smábarni, sum tey høvdu við sær.