semi. - Undirvíst verður í ”special effects”, at gera ung fólk gomul og umvent, leggja skuggar, gera blóðspreingingar og svartar tenn. Vit fara at læra at gera eftirgjørdar nasar, skegg og eygnabrýr, skotsár [...] i í dag. Og sagt verður víðari, at á skeiðinum læra fólk á professionellan hátt at kreera og brúka make-up til øll sløg av sjónleiki, films- og sjónvarpsarbeiði, og at laga tað til ymiskar fólkastøddir [...] akararnir frammanundan eitt sindur av kunnleika til teatursminku, sigur MáF, sum eisini upplýsir, at: Skeiðið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn frá leygardegnum kl. 10.00 til sunnudagin kl. 17.00, íalt
um bert eru átta prosent eiga vit at hava í huga, at donsku tølini umfata eitt tíðarskeið upp á tvey ár, meðan tølini frá Føroya Tele bara breiða seg yvir eitt ár. At dagføra ritbúnaðin á fartelefonini [...] . – Tá skal so eisini sigast, at ein stórur partur, faktiskt tríggir fjórðingar, av garantiumvælingunum umfata software-uppdateringar, sigur hann. – Tað sýnist sum um, at ritbúnaðurin á fartelefonunum [...] er gjørdur til tær mest vanligu funktiónirnar. Tá so brúkarin fer at nýta aðrar og meiri krevjandi funktiónir á telefonini, so er ofta at neyðugt er við dagføringum av ritbúnaðinum, greiðir stjórin í FT
fer hann at spæla lættar dansitónar fyri øllum dansi-glaðum føroyingum. Atgongumerki til hugnakvøldið kostar 150 krónur og er at fáa á Statoilstøðini í Leirvík og hjá PW í Gøtu. Eisini ber til at bíleggja [...] arbeiðspláss ella góðir vinir, ið eftir ein baldrutan vetur hava tørv á at forkela seg sjálvan og hvør annan, hava nú ein giltan møguleika at fáa tørvurnar nøktaðar. Hetta boðar felagskórið úr Gøtu og Leirvík [...] sum hartil hoyrir. Saman við Tórshavnar Manskóri fer Felagskórið at undirhalda við sangi og felagssangi. Eisini fer Tór Verland Johansen at syngja og spæla nakrar sangir. Tór Verland var helvtin av duo´ini
Guttesen er rættuliga fegin um at vera við á Puls festivalinum, og sigur, at hetta er tað størsta, sum nakrantíð er hent í Århus, tey 20 árini hon hevur búð í býnum. Hon gleðir seg at sleppa inn í henda ævintýraheim [...] í Århus 12 mai. Á hesum heldur øðrvísi tiltaki er møguleiki at hoyra live-tónleik í bussum, á gøtuni, í hýruvognum, á spælistøðum, ja, satt at siga kring allan býin. Puls Festivalurin er størsta tónleikatiltak [...] festivalinum er, at tað ikki frammanundan er almannakunngjørt, hvar ymsu bólkarnir skulu spæla, og tí kann hetta gerast eitt satt ævintýr inn í århusianska tónleikaheimin. Vit kunnu tó avdúka, at Maria Guttesen
høvuðssetningi at skipa fyri einum tiltaki í Mentanarhúsinum um mánaðin. Í kvøld kl. 20 verður fimta tiltakið hjá samtakinum við trimum innsløgum á skránni. Tá fer Poul Jacob Breiðaskarð at spæla harmoniku [...] ferð, Poul Jacob spælir alment her á landi, so tað verður forkunnugt at hoyra. Kl. 20.30 spæla og syngja Lylli og Niels. Teir báðir fara at syngja nakrar Taube umsetingar, millum annað ein nýggjan grækari [...] komin mitt í føstuna, og tí fer fundarfólkið at syngja tveir føstusálmar, ein við lagi úr Tjørnuvík, og ein við lagi úr Oyndarfirði. Kl. 21 fer Manskórið í Tabor at syngja og spæla. Manskórið í Tabor varð stovnað
í sambandi við flokstingið skrivar Tjóðveldisflokkurin, at »Allastaðni renna føroyingar seg í forðingar fyri at virka frælst í heiminum og at menna seg við egnum samleika á javnbjóðis støði við onnur [...] beiðið og politiska skipanin noyðast at finna vegir út um tær stongdu dyrnar og teir garðarnar, ið støðugt verða laðaðir og noyðast at skifta samleika til tess at kunna virka í altjóða heiminum.« Tveir [...] Tjóðveldisflokkinum millum ung um at skriva sínar dreymir um einar sjálvstøðugar Føroyar. Sum vanligt hevur flokkurin eitt serligt evni á skránna, sum gestarøðarar eru bodnir at røða um. Í ár er evnið: »Úr stongsli
og vóna tey, at Alexandur verður klárur sunnudagin. Argjamenn vanta ein leikara Eftir stigatalvuni at døma, er AB eitt stig betri enn Skála. Tá dysturin er spældur sunnudagin ætla teir at vera fýra stig [...] kann hála liðið upp um niðurflytingarstrikuna. Dysturin kann vísa seg at vera ógvuliga avgerandi fyri, hvar á stigatalvuni Skála fer at stríðast í ár. Til uppgávuna hevur Skála fingið Tony Rasmussen við aftur [...] sjúkur frammanundan og tí var óvist, hvat hann fór at megna. Hesa vikuna hevur fyrrverandi Skálaleikarin vant við fullari orku, og roknast skal við, at hann byrjar inni móti gomlu liðfeløgum sínum.
metast, at boringin hjá BP verður útsett. Spurningurin er so bara hvussu nógv. Neyvan er hugsandi, at BP fer undir eina boring seint í vetur, tá ódnirnar herja. Tað hevur ikki eydnast Portalinum at fáa viðmerking [...] Statoil, OMV og Dong, fór undir at bora í fjør, hevur hann verið nógv tarnaður av ringum veðri. Og tað hevur so eisini seinkað alla boriætlanina. Portalurin skilur, at henda seinking kann eisini fáa a [...] framleiðslu á Atlantsmótinum og harvið eisini føroyska landgrunninum í framtíðini. Mett verður at Chevron fer at bora føroysku megin markið longu í 2008 ella 2009.
segði tó eisini, at kokkur og tænarar á Rio Bravo hava gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði seinastu 5 dagarnar fyri at venda gongdini, og reint gastronomiskt heldur meistarakokkurin, at tað hevur eydnast [...] ið higartil hava verið vístir, hava greiða kenslu av, at Bo Bech er ein »harður hundur«. Men hetta er als ikki so. Hannn var ógvuliga fyrikomandi at tosa við. Hann hevði tó eitt kontant úttalilsi: - Hetta [...] íverksetarin. Tað er fult og heilt upp til matstaðið - í hesum føri Rio Bravo ? at fylgja strævnu leiðini, ið krevst fyri at verða mett sum eitt gott matstað, sigur Bo Bech.
fiski í senn. - Tá hevði ikki verið óhugsandi, at fiskakeyparar fóru at gera sær dælt av hesum, so prísirnir fullu, sigur Jákup Sólstein, sum fegnast um, at partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum samdust [...] formaður í Føroya Reiðarafelag, vísir á, at fleiri skip vóru inni og landaðu í síðstu viku, og okkurt skip landaði mánamorgunin. - Men tey skip, sum lógu til at koma aftur av túri mánadagin, hava ivaleyst [...] ivast onga løtu í, at skip og manningar høvdu funnið neyðugar útvegir fyri fiskinum, um partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum ikki komu til sættis í morgun. Jákup Sólstein vísir á, at bæði skipaeigarar