Boripallurin, sum er í ferð við eina stóra verkætlan at bora tilsamans tíggjar avmarkingar- og metingarbrunnar á Rosebank oljukelduni, hevði júst sett á tann næsta av teimum trimum brunnunum, tá óhappið hendi. Hjálparskipið ”Bourbon Dolphin” koppaði bráddliga í ringa veðrinum og tríggir av manningini eru deyðir, meðan fimm aðrir eru saknaðir. Síðani Tranocean Rather, sum er leigaður av Chevron, Statoil, OMV og Dong, fór undir at bora í fjør, hevur hann verið nógv tarnaður av ringum veðri. Og tað hevur so eisini seinkað alla boriætlanina. Portalurin skilur, at henda seinking kann eisini fáa avleiðingar fyri ætlaðu boringina hjá BP í summar. Fyribils verður hon helst útsett til í heyst ella í vetur ella í ringasta føri til næsta ár. Nú henda vanlukkan kemur aftrat má metast, at boringin hjá BP verður útsett. Spurningurin er so bara hvussu nógv. Neyvan er hugsandi, at BP fer undir eina boring seint í vetur, tá ódnirnar herja. Tað hevur ikki eydnast Portalinum at fáa viðmerking frá oljufeløgunum.
Boringarnar á Rosebank bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum hava stóran týdning leiting og framleiðslu á Atlantsmótinum og harvið eisini føroyska landgrunninum í framtíðini. Mett verður at Chevron fer at bora føroysku megin markið longu í 2008 ella 2009.
© Jan Müller - Sosialurin