Neyðlendi og endaði á takinum

Tvey fólk vóru í flogfarinum, og tey sluppu óskalað frá hendingini í Noregi í dag

Løgreglan hevur tikið myndina, og tað er eisini løgreglan, sum hevur fjalt bókstavirnar á flogfarinum

Eitt lítið smáflogfar noyddist í dag at gera tað, sum løgreglan kallar "eina kontrolleraða" neyðlending í Noregi.

 

Hetta hendi á einum vølli í Vestvågøy í Nordland. Tvey fólk vóru í flogfarinum, og tey sluppu óskalað frá hendingini.

 

Flogfarið, sum endaði á takinum, fekk materiellar skaðar.

 

Tað er norska løgreglan, sum hevur tikið viðheftu mynd, og tað er eisini løgreglan, sum hevur fjalt bókstavirnar á flogfarinum.

 

- Hendingin verður kannað, sigur átakaleiðarin hjá norsku løgregluni, May Wenche Hansen.

 

Norskir miðlar skriva í kvøld um hendingina við smáflogfarinum, og millum miðlarnar er eitt nú Verdens Gang.

 

Løgreglan hevur tikið myndina, og tað er eisini løgreglan, sum hevur fjalt bókstavirnar á flogfarinum