Men tað er kortini ikki so álvarsligt, sum tað ljóðar, tí talan er um matstovu sendingina hjá TV3, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum Kendi danski kokkurin, Bo Bech, er serfrøðingurin í sendingini »Kniven for struben«, sum danska sjónvarpsrásin TV3 borðreiðir við.
Portalurin var við í kvøld, tá Kári Hentze, stjóri á Rio Bravo, bjóðaði til ein betri bita í sambandi við, at sjónvarpsliðið gjørdi seinastu upptøkurnar til sendingina, sum verður víst á TV3 týskvøldið 1. mei.
Tey, sum kenna sendingina og hava sæð nakrar av teimum 5 pørtunum, ið higartil hava verið vístir, hava greiða kenslu av, at Bo Bech er ein »harður hundur«. Men hetta er als ikki so. Hannn var ógvuliga fyrikomandi at tosa við. Hann hevði tó eitt kontant úttalilsi:
- Hetta var klárt vánaligasta matstaðið, eg havi roynt av teimum 9, ið vit hava vitjað í sambandi við sendingina, var bersøgna metingin hjá Bo.
Hann segði tó eisini, at kokkur og tænarar á Rio Bravo hava gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði seinastu 5 dagarnar fyri at venda gongdini, og reint gastronomiskt heldur meistarakokkurin, at tað hevur eydnast í stórn mun.
- Eg eri bara íverksetarin. Tað er fult og heilt upp til matstaðið - í hesum føri Rio Bravo ? at fylgja strævnu leiðini, ið krevst fyri at verða mett sum eitt gott matstað, sigur Bo Bech.










