Løgreglan varð um midnáttarleitið boðsend til eitt vertshús í miðbýnum í Havn. Har var ein persónur, sum var uppfarandi. Tað endaði við, at persónurin varð handtikin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Í hesum døgum eru fleiri studentaveitslur, og tað órógvar viðhvørt náttarfriðin hjá fólki. Løgreglan fekk eini slík boð í nátt frá fólki, ið ikki fingu sovið. Løgreglan fór á staðið og tosaði við studentarnar og bað tey vera friðarlig.
Í gjár kannaði løgreglan eitt harðskapsmál. Ein perónur hevði meldað ein annan persón fyri at hava sligið seg. Viðkomandi hevði fingið nakað av skaða. Hetta var gjáranáttina. Ein persónur er nú skuldsettur í hesum máli, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan hevur í morgun fingið fráboðan um, at olja er á vegnum á vegastrekkinum frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin og oman móti Hoydølum. Sløkkiliðið hevur fingið boð um at kanna tað nærri, sigur vaktleiðarin.










