Sminkuskeiðið, sum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) saman við Havnar Sjónleikarafelag skipar fyri í døgunum 13. og 14. januar, setur stór krøv til uppfinningarsemi.
- Undirvíst verður í ”special effects”, at gera ung fólk gomul og umvent, leggja skuggar, gera blóðspreingingar og svartar tenn. Vit fara at læra at gera eftirgjørdar nasar, skegg og eygnabrýr, skotsár, brunasár, brotnar nasar og snáldrað andlit, boðar MáF frá í tíðindaskrivi í dag.
Og sagt verður víðari, at á skeiðinum læra fólk á professionellan hátt at kreera og brúka make-up til øll sløg av sjónleiki, films- og sjónvarpsarbeiði, og at laga tað til ymiskar fólkastøddir, aldursbólkar og etniskar útsjóndir.
Skeiðið er fyri øll áhugað, men best var, høvdu skeiðsluttakararnir frammanundan eitt sindur av kunnleika til teatursminku, sigur MáF, sum eisini upplýsir, at:
Skeiðið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn frá leygardegnum kl. 10.00 til sunnudagin kl. 17.00, íalt 15 tímar. Vit fáa døgurða, kaffi, frukt og annað gott báðar dagarnar.
Undirvísarar eru Ann Bech Andersen og Liselotte Lunding. Tær koma frá forlagnum DRAMA í Gråsten í Danmark. Báðar hava tær undirvíst her áður á byrjunarskeiði. Prísur fyri skeiðið er 300 kr. íroknað undirvísing, tilfar og mat. Tekning fer fram hjá MáF, á telefon 315624, ella á maf@maf.fo í seinasta lagi 13. desembur 2006. Meira fæst at vita frá www.maf.fo.











