Føroya Tele hevur átta prosent

– Okkara royndir siga okkum, at tølini eru ikki so høg sum niðri, men vit merkja nakað til trupulleikan, sigur stjórin í FT-samskifti, Richard Mortensen, sum tað fyrsta, tá vit leggja tølini úr donsku kanningini fram fyri hann.

 

Tá vit so spyrja nærri til tølini hjá Føroya Tele, í mun telefonir sum hava verið í ólagi, vísir Richard Mortensen á seinasta árið hjá Føroya Tele, har talið av garantiumvælingum er góð átta prosent, í mun til talið av seldum fartelefonum.
– Tá skal so eisini sigast, at ein stórur partur, faktiskt tríggir fjórðingar, av garantiumvælingunum umfata software-uppdateringar, sigur hann.
– Tað sýnist sum um, at ritbúnaðurin á fartelefonunum ofta bert er gjørdur til tær mest vanligu funktiónirnar. Tá so brúkarin fer at nýta aðrar og meiri krevjandi funktiónir á telefonini, so er ofta at neyðugt er við dagføringum av ritbúnaðinum, greiðir stjórin í FT-samskifti frá.
Tá tølini hjá Føroya Tele av garantiumvælingum bert eru átta prosent eiga vit at hava í huga, at donsku tølini umfata eitt tíðarskeið upp á tvey ár, meðan tølini frá Føroya Tele bara breiða seg yvir eitt ár.
At dagføra ritbúnaðin á fartelefonini tekur ofta ikki meiri enn fimm minuttir og er tað eisini umfata av garantinum, so tað kostar onki so longi garantiið varar.
Richard Mortensen harmast tó um, at trupulleikar ofta eru við fartelefonunum.
– Tað er keðiligt haldi eg, men fartelefonin er í dag vorðin ein mótavøra, og tað gera framleiðararnir sær dælt av, vísir Richard Mortensen á, og sipar til ritbúnaðin, sum ikki altíð stendur mát við sjálva fartelefonina.
-rwd